Kvikk komin aftur við 85.000 pundum

Kvikk er komin aftur til Klaksvíkar. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Teir høvdu 85.000 pund, tað mesta var hýsa, toskur og longa.

Landa bleiv til Kósina og meginparturin bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroya, heilið 61.346 pund, 30.960 pund hýsa, 25.956 pund toskur, 4.360 pund havtaska og 110 pund reyðsprøka, sjá søluna herundir.

Teir byrjaðu at landa Kvikk klokkan 08:00 í morgun.

Kvikk byrjaði túr tann 23. september og skipari var Mikkjal Pauli Lamhauge.

SáH

KVIKK – ( KG 477 ) KLAKSVÍKAR HAVN 23-09-2020 02-10-2020 30.673

Her myndir tiknar í morgun tann 02.10.2020, sjá herundir.

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author