Kvikk komin aftur við 40.000 pundum

Kvikk er komin aftur av fiskileið. Teir hava roynt við línu á Íslandsrygginum

Teir høvdu 40.000 pund, tað mesta toskur og svartkalva.

Ein partur av veiðuni bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroya, 14.880 pund, tað mesta var svartkalvi, 13.800 pund, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 31. mai.

Landa bleiv til Kósina og NFCS og byrjaði teir at landa Núp klokkan 06:00 í morgun.

SáH

KVIKK – ( KG 477 ) KLAKSVÍKAR HAVN 31-05-2022 10-06-2022 7.440
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: