Kvikk komin aftur við 140.000 pundum

Teir drógvu tí síðstu setuna kl. 9:00 hósmorgunin og hava sett 9 setur hendan túrin. Teir hava roynt við línu á Munkagrunninum og vestanfyri.

Teir eru komnir inn við 140.000 pund, 90.000 pund toskur, 42.000 hýsa og restin annað fiskaslag. Landa verður til Kósina í morgun.

Nakað av veiðuni bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroya, 7.500 pund, 4.800 pund longa, 1.380 pund bromsa, 1.200 pund havtaska og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 28. januar.

SáH

KVIKK – ( KG 477 ) KLAKSVÍKAR HAVN 28-01-2020 07-02-2020 3.750

Lýsing VARP.dk

 

Please follow and like us:

One thought on “Kvikk komin aftur við 140.000 pundum

  1. Pingback: Omicron optics

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.