Kvikk landar 100.000 pund fríggjamorgunin

Kvikk kemur aftur tíðliga í morgin. Teir hava roynt við línu vestanfyri Føroyar.
Landa blívur til Kósina og hava teir 100.000 pundm, tað mesta er toskur, hýsa og longa.
Ein partur bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og var tað hýsa, lýrur og havstaska, 26.760 pund hýsa, 1.680 pund havtaska og 240 pund lýrur, sjá sølun herundir.
Teir byrjaði túr tann 30. november.
Við vóru 13 mans og skipari var Mikkjal Pauli Lamhauge.
SáH
KVIKK – ( KG 477 ) | KLAKSVÍKAR HAVN | 30-11-2020 | 11-12-2020 | 14.340 |
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: