Kvikk komin aftur við 100.000 pundum

Kvikk, mynd tikin tann 14.01.2021 klokkan 16:18

Kvikk kom aftur í gjár klokkan 16:18. Teir hava roynt við línu vestanfyri Føroyar.

Landa verður til Kósina og byrjaðu teir at landa Kvikk klokkan 06:00 í morgun.

Ein partur bleiv seldur til Fiskamarknaðin Føroyar og tað var 87.860 pund, tað mesta var toskur, hýsa og longa, 39.500 pund toskur, 29.520 pund hýsa, 13.200 pund longa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Kvikk byrjaði túr tann 05. januar.

SáH

KVIKK – ( KG 477 ) KLAKSVÍKAR HAVN 05-01-2021 15-01-2021 43.930

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author