Kvikk komin aftur av góðum túri

Beint fyri klokkan trý í dag kom Kvikk aftur av góðum túri. Teir hava 140.000 pund inni, tað mesta var hýsa og hava teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.
Landa verður nú til Kósina og 82.680 pund blivu boðin út til Fiskamarknaðin Føroya. 78.000 pund hýsa og 4.680 havtaska.
Kvikk byrjaði túr tann 16. november.
KVIKK – ( KG 477 ) | KLAKSVÍKAR HAVN | 16-11-2019 | 27-11-2019 | 41.340 |
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: