KVF vann enn einaferð eitt val

Vit koma sterk aftur. Lat okkum hyggja inneftir og so upplýsa Føroya fólki, hvat vit standa fyri og ikki lata KVF seta dagskránna fyri valini í framtíðini.

Fólkaflokkurin má duga at handfara Kringvarp Føroya til komandi valini, tí gera vit ikki tað, so tapa vit hvørt val. Tað kann ikki vera rætt, at tann størsti fjølmiðilin í Føroyum, sum fær omanfyri 80 milliónir ella meira í lumman um árið á fíggjarlógini og tá er Gekkaspæli ikki talt við, til at føra vinstrapolitikk og vit bara hyggja at.

KVF skal ikki sleppa at seta dagskránna til valini í framtíðini og tí er tað alneyðugt, at vit í flokkinum duga at handfara KVF, eitt nú, tá ið tey royna at fáa Fólkaflokkin í vánaligt orð, dømini er mong, eitt nú kvotubýti í flokkunum, undirsjóvartunlarnir, Barentshavið, fiskivinnusamráðingar við russar, klima o.a., her er alneyðugt at vit ikki lata okkum lokka í fellurnar hjá teimum og heldur siga hvat vit standa fyri og ikki lata KVF koyra valini og dagskránna fyri okkum, tí øll vita vit, at KVF er aktivt við í valstríðnum.

Vit eiga at venda spurninginum og spyrja KVF? hví teir vilja hava at Fólkaflokkurin skal rakkast niður fyri opnari mikrofon og aðrir vinstraflokkar, eitt nú Javnaðarflokkurin sleppa undan hørðu viðferðini frá KVF og sum oftast altíð fáa positiva umtala frá almennu fjølmiðlinum KVF.

Vit mangla Óla Breckmann
Vit mangla ein Óla Breckmann, sum ikki var bangin fyri at taka kampin upp móti KVF, so mín áheitan á Fólkaflokkin, vit mugi hyggja inneftir og so duga nógv betur at viðfara størsta fjølmiðilin í Føroyum, nevnliga vinstravenda KVF og seta okkum inn í teirra støðu og tora at venda dagsskránni og valstríði hjá teimum til okkara fyrimun.

Eitt nú hevur KVF brúkt Jóannes Eidesgaard fyrrverandi løgmann hjá Javnaðarflokkinum og sum er ultra vinstrasinnaður til hvørt høvi hesi seinastu 3½ árini til at gera viðmerkingar til alt millum himmal og jørð, hví man tað vera? eg veit og slíkt skulu vit ikki lata fara aftur við borðinum.

Vit hava gjørt nógv gott hesu 3½ árini vit hava verið í samgongu, men tað nevnir KVF onki um, teir vilja heldur seta Fólkaflokkin í vánaligt orð og tað hevur eydnast teimum sera gott higartil, men nú skal vend koma í.

Ein loysn hevði verið, at vit vóru betur fyrireikaði til næstu valini og míni ráð til flokkin er, at valevnini vera betur fyrireikaði, at vit skulu hava eina nógv betur heimasíðu, har upplýst verður um, hvat vit hava gjørt hesu 3½ árini og hvat vit hava megna framt í verkið fyri at gera Føroyar til eitt enn betri land at liva í, vera meira sjónligur á sosialu miðlunum, meira á portalunum í Føroyum og so upplýsa hvat Fólkaflokkurin stendur fyri, at vit føra ein borgarligan politikk, eitt nú við at siga, at HEVUR VINNAN TAÐ GOTT, SO HAVA VIT ØLL TAÐ GOTT.

SO VERÐUR TAÐ GJØRT, vit koma sterk aftur.

Tillukku til Sjúrða Skaale og til Annu Falkenberg.

Símun á Høvdanum, Fólkafloksmaður

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: