Kunningarskriv um tilboð um kreppuhjálp í sambandi við skottilburðin í Field’s

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum

Skjót sálarlig hjálp hevur stóran týdning í kreppustøðum.
Sum kunnugt vóru fleiri føroyingar í handilsmiðstøðini Field’s, tá ógvusligur skottilburður var sunnudagin, hin 3. juli 2022.

Eftir tilburðin er spurningur reistur um, hvussu fólk, ið hava verið á staðnum og møguliga eisini avvarðandi, kunnu fáa kreppuhjálp eftir tilburðin.

Í hesum sambandi skal kunnast um, at vanligar ferðatryggingar fevna um kreppuhjálp. Bæði Betri Trygging og Trygd veita kreppuhjálp til tey, sum hava verið í sambandi við hendingina í Field’s og avvarðandi teirra. Tryggingarfeløgini hava alment kunnað um hetta.

Tey, sum hava verið í samband við hendingina í Field’s, og ikki hava ferðatrygging ella á annan hátt ikki eru fevnd av tryggingini hjá tryggingarfeløgunum, kunnu venda sær til Tilbúgvingarstovuna, ið kann veita teimum eitt tilboð um sálaliga fyrstuhjálp. Heilsumálaráðið hevur eina avtalu um tilbúgving við Tilbúgvingarstovuna, sum eisini fevnir um sálarliga fyrstuhjálp.

Betri Trygging tlf. 348 600

Trygd tlf. 358 100

Tilbúgvingarstovan tlf. 235 800

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: