Kunngerð: Byggisamtyktarbroyting á Fossum

Í samband við at broytingar eru gjørdar fyri bústaðaverkætlanina á Fossum (máls.nr. 21/01268.), er neyðugt við broyting av almennu byggisamtyktini fyri økið á Fossum. Klaksvíkar býráð samtykti á fundi 18. nov. 2021 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu A2, A4, B27, C19 og D39.

Uppskotið til broytingina snýr seg um at:
Økismørkini fyri A2, A4 og D39 verða broytt.
Tveir nýggir økispartar verða settir á stovn:
C19 til almenn endamál, stovn, barnaansing o.líkn.
B27 til ídnaðarøki ætlað til vatnbrunnarnar og kommunala akting
A2:
Grundøkjavídd fyri samanbygd sethús lækkað úr 200 m2 til 150 m2
Lagt verður aftrat orðingini fyri mest loyvdu ábygging fyri samanbygd hús:
50% fyri samanbygd hús (Avmarkaða økið tætt skraverað við svørtum á kortinum)
Orðingin fyri mest loyvdu bygningshædd verður broytt frá at taka støði í miðaljørðildi til at
taka støði í grovplanering. Fyri at fylgja hesum er mest loyvda hædd somuleiðis blivin
dagførd:
Frá grovplanering 9 m til mønu og 6,5 m til yvirgrind. Hús við einsíðugum takhalli
tó í mesta lagi 8 m upp til hægsta punkt.
Ísb. við felags fríøkir verður víst til ætla økir í útstykkingarætlanini á Fossum.
Áður lýst krøv til parkering verða strikað, og í staðin verður víst til bygningskunngerðina, ið
vísir til eitt breitt úrval av loysnum.
Broytingin umfatar hesar økispartar: Á Fossum, Niðan Horn, Uppsalar og fram við Vágsá.

Tilfar, sum lýsir uppskoti um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu liggur frammi til alment eftirlit í Miðlan í Klaksvík frá 14.01.2022 – 04.02.2022 og er somuleiðis at síggja á heimasíðu kommununnar: www.klaksvik.fo/broytingar-i-byggisamtykt.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu verða Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi 25.02.2022. Tá ið mótmæli ella broytingaruppskot verða latin viðmerkið mál nr. 21/01268.

Klaksvíkar Býráð 14.01.22