KSS open í Klaksvík 21. og 22. september 2019

Her eru myndir av heiðursmerkjahandanini frá KSS-Open í Klaksvík 21. og 22. septembur 2019

So er hetta badminton kappingarári byrja. Fyrsta kapping var í Klaksvík seinasta vikuskifti. Hetta var fyrsta av fimm Grand Prix kappingum í vetur. Henda kappingin var stuðla av KSS ( Klaksvíkar Sleipistøð ) í Klaksvík, og fekk tí navnið KSS-Open.

Við vóru 135 leikarar, og var kappast leygardagin í badmintonhøllini og KÍ-høllini. Tá spældu børn og ung.

Sunnudagin var bert spælt í badminton-høllini, har tey vaksnu kappaðust.

Kappingin gekk gott og vóru umleið 250 dystir spældir.

Niðanfyri eu myndir av heiðursmerkjahandanunum og kàppingarskráð, har øll úrtslit eru at síggja.

Her myndir frá kappingini, klikk her: “KSS open í Klaksvík”

Her úrslitini, “Úrslit KSS open í Klaksvík”.

KBF

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author