Kristin Michelsen blakaður út úr Javnaðarflokkinum

Har er snøgt sagt einki skil á Javnaðarflokkinum í løtuni. Teir hava ein landsstýrismann/kvinnu, sum hevur handlað í heimildarloysið. Ein Javnaðarmann sum bleiv koyrdur sum landsstýrismaður, ein Javnaðarmann, sum setir seg sjálvan til stjóra á einum almennum stovni og nú ein Javnaðarmann, sum bleiv koyrdur úr flokkinum. Ein skandala eftir og onnur hópa seg upp, men Aksel V. Johannesen tvíheldur um leiðsluna og hann fær eisini frið frá almennu miðlunum í Tórshavn at gera tað. Sær út sum, at alt kann lata seg gera í løtuni. Her tíðindaskriv frá Javnaðarflokkinum:

Kristin Michelsen ikki longur partur av tingbólkinum

Kristin Michelsen, tingmaður, boðaði í januar 2018 alment frá, at hann ikki kennir seg bundnan til at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum, men tekur persónliga støðu frá máli til mál.

Henda støða ikki er haldgóð.

Harumframt hevur Kristin Michelsen eitt arbeiðslag, ið eg sum formaður í Javnaðarflokkinum ikki kann góðtaka.

Tískil skal eg við hesum boða frá, at tingbólkurin hevur tikið ta støðu, at Kristin Michelsen ikki longur er partur av tingbólki floksins í Løgtinginum.

Hartil hevur starvsnevndin hjá Javnaðarflokkinum tikið ta støðu, at Kristin Michelsen ikki verður á listanum hjá Javnaðarflokkinum til komandi løgtingsval.

Aksel V. Johannesen
Formaður í Javnaðarflokkinum

Hoyr samrøðuna sum Aksel V. Johannesen hevði við Kringvarp Føroya um Kristin Michelsen, klikk her: “Vil ikki góðtaka arbeiðslagið”

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: