Kristian Joensen er okkara!

Kristian fyllir 29 seinni í mánaðinum og er uppvaksin úti á Glyvrum. Tó hevur hann seinastu árini leikt við KÍ, og varð millum annað kosin ársins málverji í 2016 og 2019. Kristian hevur, sambært FaroeSoccer, leikt 191 dystir í Betri deildini, umframt 101 í 1. deild, 29 í kappingini um løgmanssteypið og 14 dystir í Champions League og Europa League.

Kristian hevur verið úttikin til øll landsliðini hjá Føroyum og verður, hóast sín forholdsvís unga aldur, roknaður sum ein av royndastu málverjunum í føroysku kappingini.

Felagið ynskir Kristian bestu eydnu komandi ár og gleðist um, at valið fall á okkum

EB-Streymur

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: