Kringvarpið, Landsverk og undangóðkenning


Eg mundi dottið av stólinum, tá eg í gjárkvøldið sá innslag í Degi og Viku um undangóðkenning av byggifyritøkum, sum kunnu sleppa at bjóða uppá Fámjins tunnulin.
Innslagið var m.a. ein roynd misteinkiliggera undirritaða og umstøðurnar kring tað avgerð, sum Fíggjarmálaráðið hevur tikið.

Lat meg fyrst siga, at eg ongan sum helst leiklut havi havt í málsviðgerðini av hesum máli. Mín leiklutur í málinum er, at eg eri nevndarformaður í JK Petersen og havi verið tað seinastu 30 árini. Eg eigi ikki eina krónu í partapeningi í felagnum.

Avgerðin í Fíggjarmálaráðnum – sum í mínari verð er ein rein fyrisitingarlig avgerð – er tikin av einum løgfrøðingi í Fíggjarmálaráðnum. Eg kenni ikki viðkomandi løgfrøðing, sum eg heldur ongantíð havi tosað við.

Hóast innslagið vardi einar 10 minuttir, fekk hyggjarin ongantíð nakað sum helst at vita um, hvørjar grundgevingar Fíggjarmálaráðið hevði fyri sínari avgerð.
Fyrst skal sigast, at tað er púra vanligt, at avgerðir, sum stovnar undir einum aðalráðið taka, verða kærdar. Sum oftast er kærumyndugleikin lagdur til Føroya

Kærustovn, men í onkrum føri er tað yvirskipaða aðalráðið, sum er kærumyndugleiki.

Eg havi ongantíð áður hoyrt ein stovnsleiðara pástanda, at tað skal skiljast sum at trýst verður lagt á hann, tá hann hevur tapt eitt kærumál. Tað vanliga er, at viðkomandi stovnsleiðari tekur avgerðina hjá yvirskipaða myndugleikanum til eftirtektar og avgreiðir málið samsvarandi hesum.

Men eftir øllum at døma er hetta ikki galdandi fyri stjóran á Landsverk.

Málið snýr seg um heilt banala løgfrøði: Kann ein myndugleiki síggja burtur frá eini freist, tá serligar umstøður gera seg galdandi?
Fíggjarmálaráðið sigur í síni niðurstøðu, at ein undangóðkenning ikki er lógar regulerað og at ein myndugleiki tí hevur heimild til at víkja frá eini tíðarfreist.

Kjarnan í málinum er, at JK Petersen sendi síni skjøl 2 tímar ov seint til Landsverk.

Fíggjarmálaráðið sigur í síni niðurstøðu, at Landsverk sambært ítøkiligu umstøðunum í málinum hevur verið beinleiðis orsøk til misskiljingar, hetta tí Landsverk av sínum eintingum broytti freistina, frá einum hósdegi kl. 14.00 til mánamorgunin kl. 9.

Fíggjarmálaráðið sigur í niðurstøðuni, at broytta freistin førdi til misskiljingar, og at Landsverk tí skal bera váðan av hesum misskiljingum.

At Landsverk tykist vilja berjast við hond og fót ímóti, at ein av størstu byggifyritøkunum í landinum ikki skal sleppa at bjóða uppá eina so stóra verkætlan, tykist mær heilt margháttligt.

Landsverk umboðar byggiharran, sum sanniliga má sigast at hava ein avgjørdan áhuga í, at so nógvar fyritøkur sum gjørligt sleppa at bjóða uppá eina verkætlan. Jú fleiri fyritøkur sleppa at bjóða, størri eru sannlíkindini fyri, at byggikostnaðurin verður lægri!!

Eg havi verið í føroysku byggivinnuni seinastu 30 árini og kenni yvir høvur ikki til nakað “heilagt princip” um tíðarfreistir í samband við undangóðkenning, og at ein “undangóðkenning er ein integreraður partur av útbjóðingini”.

Øll sum eru partur í byggivinnuni vita, at freistir sera ofta verða broyttar, at licitatiónir verða útsettar, at licitatiónir verða avlýstar og hvat veit eg.

Tað er eftir míni metan púra vanligt, at ein myndugleiki undir konkretum umstøðum kann víkja frá eini tíðarfreist. Til dømis kann Landsrætturin viðgera eitt kærumál hóast kærufreistin er farin, og tað sama kann ein kærunevnd.

Tað er tað eingin grund til at spyrja Kamaradvokatin um, skal eg heilsa og siga.

Christian Andreasen

Please follow and like us: