Kravið um koronukanning verður longt til 31. mars

Kravið um koronukanning verður longt til 31. mars

Kravið um, at øll ferðandi til Føroya skulu lata seg kanna fyri Covid-19, verður longt til 31. mars næsta ár.

Tað hevur Epidemikommisjónin gjørt av.

Epidemikommisjónin vísir eisini á, at tað hevur framvegis stóran týdning at halda frástøðu, hava gott reinføri og at vera við hús, um illgruni eru smittu.

Nevndin sigur eisini, at tað er týdningarmikið at lata seg kanna sætta dagin eftir heimkomu.

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author