Koyrandi í tunli til Dals um fýra ár

TUNNILSVERKÆTLAN: Landsverk skipaði fyrr í kvøld fyri borgarafundi í Sólaris í Húsavík, har kunnað varð um komandi tunnilsverkætlanina til Dals. Hóast veðrið ikki var av tí besta i dag, var kortini væl møtt, so ikki kann sigast annað enn, at verkætlanin hevur stóran áhuga millum fólk.

Nógv hevur verið kjakast aftur og fram um smærru tunlarnar, ið eftir ætlan skulu gerast kring landið næstu árini. Hvør skal gerast fyrst, næst, hvør skal ikki gerast, og hvør skal byggja teir? Í nýggjastu Samferðsluætlanini  fyri Føroyar 2018-2030 eru greið faklig tilmæli frá Landsverki um, hvørjar størri íløgur skulu gerast næstu árini, og í hvørjari raðfylgju hesar eiga at verða gjørdar. Ein av teimum verkætlanum, sum er raðfest heilt frammaliga, er nýggja farleiðin til Dals.

Verkætlanin at gera tunnil til Dals hevur verið ávegis leingi. Vegurin til Dals er smalur, og liggur longsta teinin á eini hill, har steyrrætt er í havið øðrumegin og høgt upp fyri hinumegin. Trupulleikar eru av, at tað rýður undan vegnum, og at grót kemur oman á vegin úr erva.

Tá raðfestast skal vegatøkniliga og av trygdarávum, hevur Dalstunnilin tí fingið eina hægri raðfesting enn aðar tunnilsverkætlanir av hesum slagi. Ætlanin er, at tunnilstoymið hjá Landsverki skal gera tunnilin.

Á borgarafundinum í Húsavík í kvøld kunnaði verkætlanarleiðarin hjá Landsverki, Fríðrik Heinesen, um tunnilsverkætlanina, hvat ætlanin er at gera, hvørjar avbjóðingar kunnu vera og eisini nakað um, hvussu arbeiðið á staðnum fer at ávirka í økinum.

Talan er um ein 2.200 metra langan og 8 metur breiðan tunnil, og afturat tunlinum skulu eisini gerast 200 metrar av vegi húsavíkarmegin og 100 metrar av vegi dalsmegin. Síðan skulu umleið 3.000 metrar av vegi afturat breiðkast. Tá øll loyvir eru komin upp á pláss, verður byrjað at gera ein arbeiðsveg í Húsavík og at fyrireika lendið inni við tunnilsmunnan. Arbeiðið at gera tunnilin fer at taka um fýra ár, treytað av at nøktandi játtan fæst til endamálið.

Um Landsverk stendur fyri arbeiðinum, verður mett, at Dalstunnilin við tilhoyrandi vegum fer at kosta millum 75-85 mió. krónur. 11 fólk eru knýtt at tunnilsliðnum hjá Landsverki.

Framløgan, sum Fríðrik Heinesen, helt á borgarafundinum, kann takast niður her

Útvaldar tekningar kunnu takast niður her

Um nakar ynskir at vita meira um hetta evnið, kann viðkomandi seta seg í sambandi við Armgarð Steinhólm, leiðara á Deildini fyri Infrakervi, t-post: arst@lv.fo, tlf. 290 891.

Kelda: LV

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.