Kostnaður fyri løðing galdandi frá 1. apríl 2019

Ásetti prísurin fyri at løða elbilin á almennu løðistøðunum er ymiskur alt eftir, nær løðingin fer fram og hvør mátturin er, sum løtt verður við. Tað er bíligari at løða bilin eftir kl. 21 á kvøldið og fram til kl. 06 á morgni.
Bíligast er at løða bilin við hús, men løðir tú bilin á almennu løðistøðunum, er prísurin:
Klokkan 06.00 til 21.00 er prísurin 0,075 kr pr. kW x minutt íroknað MVG
Klokkan 21.01 til 05.59 er prísurin 0,050 kr pr. kW x minutt íroknað MVG
Umroknað til eitt minuttgjald sær kostnaðurin soleiðis út:
Sum sæðst í talvuni omanfyri, er kostnaðurin fyri at løða tengdur at, hvussu nógvum mátti bilurin løðir við, umframt at minuttprísurin er galdandi fyri, hvussu leingi bilurin er knýttur at løðistøðini – og ikki bara effektiva løðitíð.
Tað merkir, at tú eisini rindar fyri ta tíðina, tú letur bilin standa íbundnan løðistøðina, eftir at battaríið er fult løtt.
Kelda: SEV