BREAKING NEWS: Kostar bara 30,00 kr. at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin við haldi

Nógv skelda inn á okkum Norðoyingar, at vit ikki eru samhaldsføst, tí vit ikki vilja gjalda fyri at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin, eftir at vit hava goldið hann við rubb og stubb, men hyggja vit eftir prísinum í Eysturoyartunnilin, so er prísirnir farin sera langt niður og hevur man hald, so kostar tað bara 10,00 kr. at koyra ígjøgnum tunnilin frá Strondum til Rókina, sjá prísirnar herundir.

Hetta stendur á heimasíðuni Tunnil, so teir mugi vera galdandi:
Koyrir tú frá Strondum til Rókina og tú koyrir yvir 31 túrar, so kostar tað bara 10,00 kr. at koyra ígjøgnum tunnilin við haldi.

Koyrir tú frá Eysturoynni og til Tórshavn og tú koyri yvir 31 túrar, so kostar tað 30,00 kr. at koyra ígjøgnum tunnilin við haldi.

Prísirnir kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Tunnilsfelagnum www.tunnil.fo, trýst prísir og trýsta so á avsláttarskipanina, so síggja tit allar prísirnar.

Hesir prísir mugi vera galdandi, nú teir alment standa á heimasíðuni hjá Tunnil.fo og hevur tú hald í Norðoyatunnilin og Vágatunnilin, so er tað haldi eisini galdandi fyri Eysturoyartunnilin og sostastt er avsláttarskipanin eisini galdandi fyri bilar frá Norðoyggjum og Vágoynni.

Hetta skriva tey á heimasíðuni:
Í dag eru tunlarnir skipaðir undir einari felags umsiting í P/F Tunnil. Keypir tú eitt hald, kann sama hald brúkast í Eysturoyartunlinum, Vágatunlinum og Norðoyatunlinum. Løgfrøðiliga eru tunlarnir tó framvegis skipaðir í trý sjálvstøðug partafeløg við hvør sínari nevnd, egnum roknskapi o.s.fr.

Sostatt loysti tað seg sera væl hjá Eysturoyingum at grenja um prísin, tí nú er prísurin næstan komin niður á prísin í Norðoyatunnilinum bara eftir einum árið.

Her prísirnir og avsláttarskipanin:

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: