Týskvøldið 29. august byrja vit kórvenjingarnar aftur. Skráin hjá kórinum er altíð sera áhugaverd, og kórið hevur aftur komandi kórár, fleiri spennandi og krevjandi avbjóðingar.

Vit venja hvørt týskvøld, og nýggir sangarir eru vælkomnir. Vit leggja dent á, at tú hevur tíð til okkara skrá, sum er at venja hvørt týskvøld frá 19.30 – 21.15 (onkuntíð eitt sindur fyrr/seinni), og kanst luttka á teimum framførðslum, sum kóirið hevur.

Vit leggja dent á gott samanhald í kórinum, og at limirnir trívast væl saman.

Er hetta nakað fyri teg, ynskja vit at frætta frá tær. Send okkum eini boð her á síðuni, ella set teg í samband við kórleiðararnar á tlf. 226137: Ólavur, ella 223133: Jóhanna 🙂

Kórið í Christianskirkjuni

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author