Koronukanning – endurgjald av tunnilsgjaldið í Eysturoyartunlinum

Mikukvøldið 3/11, hóskvøldið 4/11 og fríggjakvøldið 5/11 millum kl. 18.30 og 24.00, verður tunnilsgjaldið í Eysturoyartunlinum endurgoldið, fyri tey sum skulu til koronukanning við persónbili.
Við kanningarstaðið skal nummarpláta, navn og tlf. nr. upplýsast. Tunnilsgjaldið verður hereftir endurgoldið ein av komandi døgunum.
Upplýstu klokkutíðirnar eru í rundkoyringini í Eysturoyartunlinum.
Heilsumálaráðið
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: