Koronavirus: soleiðis hjálpir BankNordik kundunum

Í BankNordik eru vit tilvitað um ta heilt serligu støðu, ið Koronavirusið hevur við sær fyri føroyska búskapin og samfelagið sum heild. Umframt álvarsomu avbjóðingarnar fyri heilsuverkið hevur smittan samstundis víðfevndar fíggjarligar avleiðingar við sær fyri okkara vinnulívskundar og privatkundar.

Til tess at hjálpa kundum, ið verða ávirkaðir, nú virksemið í samfelagnum so brádliga og ógvisliga er minkað, hava vit sett eina røð av serligum tiltøkum í verk. Tiltøkini skulu vera við til at hjálpa vinnufyritøkum og privatum húsarhaldum væl ígjøgnum fíggjarligu avbjóðingarnar komandi tíðina.

Hjálp til privatkundar
Tiltøk ætlað privatkundum, ið orsakað av lægri inntøku ella uppsøgn fáa tørv á hjálp í eitt tíðarskeið:

*Avdráttarskái á lánum: Kundar kunnu útseta lánsgjøld í upp til 6 mánaðir og harvið leingja afturgjaldstíðina á láninum. Hetta er galdandi fyri øll vanlig lán, t.d. lán til bústað og bil
*Møguleiki at fáa játtan um fyribils trot á kredittum

Hjálp til vinnukundar
Tiltøk ætlað vinnukundum, ið hava mist ella vænta at missa umsetningin fult ella lutvíst:

*Møguleiki at fáa avdráttarskáa og harvið útseta lánsgjøld í upp til 6 mánaðir
* Møguleiki at fáa eyka gjaldførishjálp

Allir kundar verða viðgjørdir við støði í viðurskiftunum og fíggjarstøðuni hjá tí einstaka.

”Talan er um eina heilt serliga støðu, sum ávirkar okkum øll. Tað er eingin ivi um, at hetta er eitt bakkast fyri alt samfelagið, og sum banki hava vit eina skyldu til at hjálpa okkara kundum, ið verða fíggjarliga ávirkaðir av støðuni. Vit vóna, at tiltøkini, ið nú eru sett í verk, kunnu vera við til at tryggja, at føroyskar fyritøkur og húsarhald koma ígjøgnum fíggjarligu avbjóðingarnar, hóast bæði umsetningur og lønarútgjaldingar fara at vera lægri í eitt tíðarskeið, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Tiltøkini fáa virknað alt fyri eitt, og vónandi kunnu vit við hesum fyribyrgja, at avleiðingarnar av COVID-19 gerast ov víðfevndar. Tey, ið hava spurningar ella tørv á hjálp, eru sum altíð vælkomin at seta seg í samband við okkum.

Bank Nordik

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.