KORONA STAÐFEST TIL ÓDNARTØK Í RUNAVÍK

Korona staðfest til ódnartøk í Runavík, tilvildarlig mynd

Róðrarsamband Føroya er kunnað um, at korona er staðfest millum rógvarar og áskoðarar, sum hava luttikið á ódnartøkum í Runavík leygardagin 22. mai.

Smitta er staðfest í Hósvíkar róðrarfelag og í Róðrarfelagnum Knørrur. Eingin frá Hósvíkar róðrarfelag luttók á ódnartøkum leygardagin.

Landslæknin tekur sær av smittusporing, men fyri at fyribyrgja, at smittan spjaðir seg, heitir Róðrarsambandið bæði á rógvarar og áskoðarar um at vísa varðsemi og at lata seg kanna fyri koronu.

Róðrasamband Føroya

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: