Korona pr. 100 K íbúgvar er heili 1523 í Sandoynni og hvat so?

Nú er nógv skriva um Korona, men sjálvur haldi eg tað er lítið og onki skil á, hvussu okkara fólkavaldu takla støðuna.

Fyri bert 4 mánaðum síðani bleiv alt lukkað niður og tá var smittan nógv minni enn hon er dags dato og vit í Norðoyggjum stóðu aftur við svartaperi, har ongin Norðoyastevna bleiv hildin og nú er smittan teir seinastu 14 dagarnar pr. 100 K íbúgvar heilt uppi á 1523 í Sandoynni og man hoyrir onki frá okkara fólkavaldu.

Hví er løgmaður og okkara fólkavaldu ikki frammi í sjónvarpinum og mála alt svart, hví er alt hvítt nú? eg spyrjið bara?

Veit væl at sera nógv eru koppsett, men hvar er logikkurin við at testa og testa og testa og tað ongar fylgjur fær. Hví ikki bara stoppa við testingini, so spara vit tær milliónirnar og tær kunnu so brúkast til tey gomlu og sjúku.

Her tølini seinastu 14 dagarnir eru 170 persónar staðfest smittaðir, íróknað útlendingar. Tað svarar til 317 fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

Símun á Høvdanum

Please follow and like us: