Korona á Kringvarp Føroya, øll starvsfólkini til kanningar

Tað frættist beint nú, at eitt starvsfólk á Kringvarp Føroya hevur fingið korona og í løtuni eru øll starvsfólkini á Kringvarp Føroya á veg til kanningarstovuna Thetis at testa seg, um tey eisini hava korona ella ikki.

Tær kanningar taka eitt sindur av tíð, so væntandi fáa tit meira at vita um tað seinni í dag.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: