Koppsetingin virkar – serliga millum tey yngru


Sannlíkindini fyri at blíva smittaður er níggju ferðir minni hjá teimum 12 til 24 ára gomlu, um tey eru koppsett, samanborið við ókoppsett.

Tað boðar landslæknin frá.

Fyri tey, sum eru 25 ár og eldri, er tað tríggjar ferðir minni sannlíkt, at tey blíva smittað, um tey eru koppsett, samanborið við ókoppsett.

Samlað fyri øll 12 ár og eldri er tað fýra ferðir minni sannlíkt at verða smittað/ur, um ein er koppsettur, meðan tað er tríggjar ferðir minni sannlíkt, um øll verða tikin við, tvs. eisini børn yngri enn 12 ár, sum ikki kunnu verða koppsett.

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur saman við landslæknanum greinað upplýsingar frá koronasmittaðum persónum í september og oktober mánaða.

At koppsetingin verjir betur millum tey ungu enn millum tey eldru kann hanga saman við, at longri tíð er fráliðin síðan tey eldru ættarliðini vórðu koppsett. Lutfalsliga nógv eldri vóru liðugt koppsett í vár og verjan minkar yvir tíð.

Koppsett, sum blíva smittað, verða eisini yvirhøvur minni sjúk samanborið við ókoppsett, og tykjast eisini at sleppa skjótari av við møgulig sjúkueyðkenni. Samstundis ger smittuvandin frá einum koppsettum smittaðum seg galdandi í eitt styttri tíðarskeið samanborið við ein ókoppsettan smittaðan.

Í Føroyum eru vit komin væl í gongd við at geva triðja prik, og øll fáa tilboð um hetta, tá ið seks mánaðir eru síðan annað prik. Hetta fer óivað at hava við sær eina styrkta verju móti COVID-19 framyvir.

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og landslæknin fara at kunna regluliga um koppsetingarvirknað framyvir.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til:

Maria Skaalum Petersen, maria@health.fo

Lars Fodgaard Møller, lafm@stps.dk

Olga Kristina Hansen, olkh@stps.dk

Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýrið

Please follow and like us: