Koppsetingin tikin uppaftur

Koppsetingin tikin uppaftur
Í gjár vórðu 408 fólk koppsett. Tilsamans eru nú 1712 føroyingar koppsettir fyri koronu.
Nýggj sending við koppingarevni kom til Føroya týskvøldið, og í gjár varð koppsetingin so tikin uppaftur. Millum tey koppsettu vóru 25 búfólk á Suðuroyar Ellis- og røktarheimi.
Umleið 3,2 prosent av øllum føroyingum eru nú koppsettir og málið er, at hava koppsett sløk 5 prosent, tá vikan er av.
Heilsumálaráðið
Min meining um koppseting:
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: