Koppset teg áðrenn Ólavsøku!

Nógvar tíðir eru tøkar dagarnar upp undir tjóðarhátíðina.

Tað fer at liggja væl fyri hjá fólki at lata seg koppseta áðrenn Ólavsøku.

Nógvar tíðir eru tøkar í dag á Landssjúkrahúsinum. Harumframt eru nógvar tíðir tøkar…

– sunnudagin 25. juli: á landssjúkrahúsinum

– mánadagin 26. juli: á øllum trimum sjúkrahúsunum

– týsdagin 27. juli: á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum.

Bóka tíð við at fara inn á koppseting.corona.fo ella við at trýsta her.

2. august verður aftur skipað fyri støkk inn koppseting. Hetta verður á øllum trimum sjúkrahúsunum frá kl. 17.30.