Konsertir við Teitur í Desembur 2021


Desembur bjóðar uppá nógv gott, millum annað fer Teitur at framføra í Føroyum, fyri fyrstu ferð í fleiri ár.

Sangarin við stóra fólkatekkinum framførir sangir av nýggju útgávuni Cazador de Ostras, sum varð útgivin 3. Septembur í ár (og eisini nakrar av teimum kendu) við bólki.

Cazador de Ostras kom út fyrr í ár, og nú fáa vit í Føroyum høvi at uppliva konsertina, sum danir longu hava hoyrt m.a. á útseldum kongaligum leikhúsi.

Útgávan fevnur um nýtt tilfar á føroyskum og enskum. Hon varð innspæld í Føroyum og Argentina og hetta hevur skapt eina undurfulla ljódliga samanrenning av Føroyum og Latínamerika.

Konsertir

Norðurlandahúsið
Hóskvøld 9/12
kl.20.00
Listastovan í Miðvági
Fríggjarkvøld 10/12
kl.20.30
Tøting
Leygarkvøld 11/12
kl.20.30
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: