KONSERT V/HADERSLEV DOMKIRKES DRENGEKOR KRISTI HIMMALFERÐARDAG 26.05 KL. 20.00

Kristi Himmalferðardag, 26.05 kl. 20.00 verður konsert í Christianskirkjuni við Dreingja- og mannskórinum úr Dómkirkjuni í Haderslev. Leiðari er organisturin í Dómkirkjuni, Henrik Skærbæk Jespersen. Kórið er mannað við 50 sangarum í aldrinum 9 ár og uppeftir. Teir ungu dreingirnir syngja allir sopranstemmurnar, meðan teir vaksnu syngja alt, tenor og bass. Kórið hevur ferðast víða um og fleiri ferðir sungið fyri teimum kongaligu til barnadóp og onnur høvi. Teir hava sungið í øllum Dómkirkjunum í Danmark, og fara teir eisini at syngja til gudstænastuna í Havnar kirkju sunnudagin 29.maj kl. 11.00.

Á skránni er danskur, svenskur og enskur kórtónleikur, og sum eykanummar fer kórið at syngja eina útseting, sum kórleiðarin hevur gjørt av vælumtókta sanginum hjá Steintóri Rasmussen “Tað kundi verið eg”.

Kristi Himmalferðardag kl. 20.00 – vælkomin á konsert.

CONCERT WITH THE BOYS’ AND MEN’S CHOIR FROM HADERSLEV CATHEDRAL ON CHRIST’S ASCENSION DAY, 26TH’ OF MAY AT 08 PM.
On Christ’s Ascension day, 26th’ of May at 08. pm, there will be a concert in the Christians church with the Boys’ and Men’s choir from the Cathedral in Haderslev. Choir leader is the organist in Haderslev Cathedral, Henrik Skærbæk Jespersen. The choir consists of 50 singers from 9 years and up. The young boys are all singing the soprano voices, while the adults are singing the alto, tenor and bass. The choir has travelled extensively abroad, and has several times participated by singing for the royals for infant baptisms and other ceremonies. The choir has been in all the Cathedrals in Denmark, and will also participate at the service in the Cathedral in Tórshavn on Sunday, 29th’ of May at 11 am.

On the program is Danish, Swedish and English choral singing, and as extra number the choir will sing a version, which the choir leader has made of the popular song by Steintór Rasmussen “That could have been me”.

On Christ’s Ascension day at 08 pm – welcome to the concert.

Christianskirkjan

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: