KONSERT Í CHRISTIANSKIRKJUNI HÓSKVØLDIÐ 19.AUGUST

Hóskvøldið kl. 19.30 verður konsert í Christianskirkjuni við hornblástri.
Tað er hornorkestrið Trut Brass Band sum fer at spæla eina skrá við góðum og fólksligum tónleiki.
Orkestrið er á vitjan í Føroyum og fer eisini at hava konsertir aðrastaðni enn í Christianskirkjuni.
Í orkestrinum eru 17 tónleikarar og í fylginum eru eisini hjúnafelagar og onnur.
Hornorkestrið verður stjórnað av Søren Elith Sørensen.
Christianskirkjan
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: