Kongaskipi Dannebrog í trupuleikum

Í skrivandi løtu er ikki sikkurt at Kongaskipi klárar at koma til Føroyar til í komandi viku, tá ið Drottningin kemur á vitjan í Føroyar.

Kongaskipi fekk tekniskar trupuleikar á veg til Føroyar í morgun og er nú sleipa til Fredikshavn av einum sleipubátið og har verður hugt eftir skaðanum.

Tekur umvælingin skjótt at gera, so klárar Kongaskipi at koma til Føroyar, men er tað ein stór umvæling, so kemur Kongaskipi Dannebrog ikki til Føroyar, men sum skilst so verður Drottningarvitjanin ikki avlýst.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: