Konfirmatión við frástøðu

Fleiri konfirmatiónir eru fyri framman, og mong eru tey, sum gjarna vilja hátíðarhalda henda minnisdag saman við familju og vinum. Sum tað sær út í løtuni, er smittutrýstið í Føroyum lágt. Tí ber eisini til, sambært Pál Weihe, serlækna, at fólk aftur savnast til smærri tiltøk undir skipaðum umstøðum. Fyri at smittuvandin skal vera so lítil sum møguligur, so er tað týdningarmikið, at almennu tilmælini verða fylgd – eisini tá vit skipa fyri tiltøkum. Tað vil siga, at:

Í mesta lagi 100 fólk kunnu samlast á einum stað samstundis.
Frástøðan skal til ein og hvørja tíð vera ein metur teirra millum – um tað verður sungið, skulu tveir metrar vera millum fólkini.
Øll hava gott reinføri og vaska/spritta sær ofta um hendurnar.
Kropsligt samband eigur at verða avmarkað so sum lógvatak, klemm, koss o.a.

Veitslur við frástøðu
Eitt tað týdningarmiklasta amboðið móti smittu er frástøðan. Tað er umráðandi, at hugsað verður um frástøðuna, tá skipað verður fyri veitslu. Frástøðan millum gestirnar eigur altíð at vera í minsta lagi ein metur, men verður tað sungið, skulu tað verða tveir metrar millum fólk. Frástøðan gerst kanska serstakliga trupul, tá talan er um konfirmatiónir og veitslur annars, sum eru í vanligum sethúsum. Tað er sjáldsamt at 100 fólk kunnu savnast við frástøðu í einum vanligum sethúsum, tá er talan helst um í mesta lagi 30 fólk. Ein møguleiki er eisini at biðja gestirnar koma ymisk tíðspunkt, soleiðis at tað ongantíð eru so nógv fólk savnað, at øll ikki klára at halda neyðugu frástøðuna.

Er talan um eitt størri veitsluhøli, so ber til at skipa soleiðis fyri, at frástøðukrøvini verða hildin – men tá rúmast vanliga ikki meira enn ein lítil helvt av tí, sum vanliga eru stólar til í slíkum veitsluhølum.

Ein annar møguleiki er, um umstøðurnar loyva tí, at halda veitsluna í fleiri ymsum rúmum. So ber til at halda atskildar veitslur í hvør sínum høli, men tá er fortreytin, at veitslufólkið ikki kemur saman – hvørki á vesinum ella í túninum. Tá er tað at rokna sum tvær ella fleiri ymsar veitslur frá byrjan til enda.

Gott reinføri
Eins og við frástøðuni, so er tað sera týdningarmikið, at vit hava gott reinføri, og at vit vaska/spritta okkum ofta um hendurnar – serliga, tá vit eru saman við øðrum fólkum. Skalt tú halda eina veitslu, er tað týdningarmikið, at skipað verður soleiðis fyri, at gestirnir hava møguleika fyri hesum. Harumframt eigur tað at verða hugsað um borðreiðingina.

Ofta eru sjálvtøkuborð partur av veitslum, men tað eru ymsir smittuvandir tengdir at sjálvtøkuborðinum. Millum annað tí at allir gestir nema við somu skeiðir, gaflar og annan borðisk. Hetta eru sokallað kontaktpunkt, og hesi økja um smittuvandan. Tí ræður um, sum best ber til, at sleppa sær undan hesum kontaktpunktunum. Í hesum førinum er ein smittufyribyrgjandi møguleiki at brúka lættar og leysar einnýtishandskar, sum gestirnir kunnu brúka, meðan tey fáa sær mat og síðani fara úr og koyra burtur, tá tey hava fingið sær. Harumframt er tað neyðugt at skipa soleiðis fyri, at tað er langt millum tey, sum standa í bíðirøðini. Eitt annað gott ráð er, at ikki hava matin í ov stórum føtum, soleiðis at tey skulu skiftast út ofta. Skeiðir/gaflar o.a. sum liggja í føtunum, skulu skiftast út og vaskast ofta, soleiðis at mongdin av skitti (virus, bakteriur o.a.) er so lítil sum møgulig.

Tað týdningarmiklasta í samband við sjálvtøkuborðið og tey mongu kontaktpunktini er undir øllum umstøðum góða reinføri.

Ein annar møguleiki er, at hvørt fólk fær egnan borðisk, sum stendur klárur við mati á borðinum, ella sum onkursvegna verður borðreiddur fyri gestunum.

Støðan kann broytast
Tað ber tíverri ikki til at siga, hvussu støðan fer at síggja út komandi mánaðirnar. Smittutrýstið í Føroyum hevur alt at siga, tá tosað verður um at skipa fyri tiltøkum og at halda veitslur.

– Fáa vit eina ringa smittu, eins og vit høvdu beint eftir ólavsøku, so eru slík veitsluhald ikki ráðilig. Tá eiga vit eftir mínum tykki ikki at hava sosial tiltøk í heila tikið, sigur Pál Weihe.

Harumframt eru ymsar leiðreglur galdandi í teimum ymsu kirkjunum í Føroyum. Stóru kirkjurnar kunnu húsa 100 fólkum, miðalstóru kirkjurnar húsa 75 gestum, meðan tær smærru kirkjurnar kunnu rúma 30 fólkum – og tað er við konfirmantum. Prestur veit at siga, hvussu tit skulu bera tykkum at, og hvørji smittufyribyrgjandi tiltøk eru sett í verk í tykkara kirkju.

Heilsumálaráðið

Kylling & Chips kr. 79,00
Please follow and like us: