Kommunan givið heimild til 12 íbúðir á Norðoyri

Fyri at ætlanin við íbúðarbyggingini kundi gerast veruleiki, varð neyðugt við meirøki omaneftir og suðureftir. Tað er í tí sambandi at Klaksvíkar kommuna nú hevur gjørt neyðugu tillagingar á økinum, fyri at verkætlanin kundi útførast í verki.

Norðhús heldur hervið fram við byggingini nærhendis verandi íbúðabygging, sum Norðhús lat byggja í 2011. Ætlanin er at byggja 12 íbúðir, har hvør íbúð er 81 fermetrar við tveimum sovirúmum, stovu køki og baðirúmi. Talan er um lyklaklárar íbúðir har eisini økið kring íbúðarbygningin er gjørt liðugt.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Lýsing Norðoya Sparikassi heimlán

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.