KLM og Atlantic Airways undirskriva CodeShare avtalu

KLM og Atlantic Airways hava skrivað undir eina CodeShare avtalu. Talan er um nýtt, slóðbrótandi samstarv í føroyskum høpi, tí tað merkir, at fleiri av høvuðsrutunum hjá Atlantic Airways fara, umframt egin flognummur, eisini at bera KLM-flognummur og harvið kunnu ferðafólk úr øllum heiminum ferðast allan vegin til Føroyar við KLM. Avtalan inniber harvið eisini, at Føroyar eru settar á sølulistan á øllum 165 ferðamálunum hjá KLM um allan heim.

“Vit eru sera fegin í dag, tí hendan slóðbrótandi avtalan er eitt úrslit av miðvísum arbeiði gjøgnum longri tíð. Atlantic Airways arbeiðir áhaldandi við at knýta Føroyar nærri umheiminum, og hendan avtalan er eitt stórt fet rætta vegin. KLM er eitt av størstu altjóða flogfeløgunum, og við avtaluni knýta vit Føroyar upp í hetta risa netverkið, sum KLM hevur og gera harvið vøkru, fjarskotnu oyggjar okkara meiri atkomuligar enn nakrantíð fyrr, og tí er hetta eitt slóðbrótandi fet á leiðini í menningini av Føroyum sum ferðavinnulandi,” sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

KLM, sum hevur høvuðssæti í Hollandi, er eitt tað elsta og størsta flogfelagið í heiminum.
Anita Wagner Feddersen, stjóri fyri AirFrance KLM í Danmark og Íslandi, sigur í viðmerking:

”Vit eru sera fegin um at víðka tað frammanundan góða samstarvið við Atlantic Airways og á tann hátt styrkja okkara norðurlendska netverk. Hendan nýggja avtalan fer at geva okkara ferðandi nógv meira smidleika.”

Avtalan kemur í gildi 24. januar 2019.

Her meira um avtaluna, klikk her: “KLM sign codeshare agreement with Atlantic Airways”.

SáH

Please follow and like us:

13 thoughts on “KLM og Atlantic Airways undirskriva CodeShare avtalu

  1. Pingback: best cvv shop 2021
  2. This design is wicked! You definitely know how to keep a reader entertained.

    Between your wit and your videos, I was almost moved to start my own blog (well, almost…HaHa!)
    Wonderful job. I really loved what you had
    to say, and more than that, how you presented it. Too cool!

  3. Just wish to say your article is as surprising. The clarity for your
    submit is just cool and i could think you are an expert in this subject.
    Fine along with your permission let me to grasp your RSS feed to stay up to date with forthcoming post.
    Thanks a million and please carry on the enjoyable work.
    quest bars http://tinyurl.com/49u8p8w7 quest bars

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.