Klárt at fara undir at umvæla gula hús í Klaksvík

Arbeiðstakarasáttmálin um at umvæla og umbyggja gula hús í Klaksvík varð undurskrivaður í dag.

Arbeiðstakarasáttmálin er undirskrivaður við Norðhús Sp/f, sum saman við teknstovuni Fuglark hevur gjørt umvælingarætlanina. Talan er um eina dagføring av gula húsið, eisini kallað læknahúsið í Klaksvík. Húsini hava verið nýtt til bústað og viðtaluhølir hjá læknum fram til 90ini.

Í húsinum verða umleið 10 skrivstovupláss, fundarhøli, viðtaluhøli, arbeiðsklivar og skjalasavn. Ætlanin er, at fyrisitingin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið flytir úr gamla skrivstovubygninginum í gula hús eftir umvælingina.

Umvælingin verður eftir ætlan liðug síðst í 2023.

Á myndini omanfyri eru:

Hjalti Josephsen, stjóri Norðhús Sp/f

Alexandra á Dul, stjóri Klaksvíkar Sjúkrahús

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum

Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari Landsverk

Heilsamálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: