Klaksvíks tónleikabólkurin Adrenaline við nýggjum rocklagi

Í gjár kom Klaksvík tónleikabólkurin Adrenaline út við nýggjum staklagi.

Hetta er eitt rocklag og er heiti á staklagnum “Stand up and fight”.

Teir sum mynda Adrenaline eru, Jónas Kallsberg sangari, Tórður Sóleyðarson guitar, Høgni Sørensen trummur og Niclas Elttør Høgnesen bass.

Hetta er næsta staklagi sum teir hava gjørt og sum teir hava lagt út á YouTube, tað fyrsta var  “Eg vil koyra skjótari” og tað var sera væl umtókt á netinum og har fleiri túsund hava lurtað eftir teimum á YouTube.

Stand up and fight  er ein góður rocksangur, hoyr staklagi, klikk link herundir.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author