Klaksvíkingur setti enn einaferð Norðing upp á pláss

Klaksvíkingur fekk ein super start og løgdu seg á odda beinanvegin og hesa leiðsluna hildu teir allan vegin inn og tá ið hálvt málið var rógving, vóru teir næstan eina bátslongd frammanfyri hinar bátarnar, men í endasspurtinum nærkaðist Norðingur, men Klaksvíkingur hevði støðuna undir kontrol og enn einaferð setti teir Norðing upp á pláss og vunnu hampuliga trygt.

Stórt tillukku til Klaksvíking og nú kunnu teir kallað seg føroyameistarar, tí teir kunnu ikki takast aftur í stigum. Einasta sum kann taka føroyameistaraskapi frá teimum í ár, er um teir vera kolldømdir á Ólavsøku.

Stórt tillukku við sigrinum og føroyameistaraskapinum.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: