Klaksvíkingur hattrick á Jóansøku

Klaksvíkingur vann við stórum stíli á Jóansøku og hava nú vunnu tríggjar sigrar á rað, hattrick.

Teir løgdu seg á odda við einum skuti beinanvegin í startinum og tá ið 300 metrar vóru rógvin vóru teir hálva bátslongd frammanfyri Norðing og hesa leiðsluna hildu teir allan vegin inn og í endaspurtinum vunnu teir trygt og komu á mál eina góða bátslongd frammanfyri Norðing.

Norðingur róðu við bátinum hjá Orminum Langa, tí teirra bátur fekk skaða á seinastu stevnu, har eitt hol kom á bátin og tískil vóru teir bláir í dag.

Vit ynskja Klaksvíkingi stórt tillukku, SODAN.

Her úrslitið á Jóansøku.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author