Klaksvíkingur gjørdi reint borð og høvlaði Ormin Langa av

Klaksvíkingur var einasti báturin í Føroyum sum hevur vunnið allar róðrarnar í ár og á Ólavsøku hølvaði teir Ormin Langa av og tað var á heimasjógvinum hjá Orminum Langa.
Klaksvíkingu legði seg skjótt á odda og tá ið teir fóru framum Ormin Langa, so hugdi teir ikki aftur um seg aftur og tá ið teir komu á málið vóru teir næstan eina bátslongd frammanfyri Orm Langa.
Klaksvíkingurin hevði tíðina 04:06.45, nummar tvey Ormurin Langi við tíðini 04:08.21 og nummar trý Havnabáturin við tíðini 04.20.04.
Fantastiska flott klára og nú hevur Magnus Norðberg metið fyri at vera tann persónurin í Føroyum, sum er tann mest vinnandi í 10 mansfarsróðrinum og Hjalmar Hátún tann elsti at vinna eitt Føroyameistaraskap í 10 mansróðrinum.
Stórt tillukku Klaksvíngurin, Magnus Norðberg og Hjalmar Hátún.
Her live video frá KVF, klikk link her “10 mf, Ólavsøka 2021”
SáH