Klaksvíkingur er bara best

Aftur hesaferð setti Klaksvíkingurin allar hinar bátarnar upp á pláss og aftur hesaferð var starturin avgerandi, teir løgdu seg á odda frá byrjan av og á veg inneftir økti teir bara um leiðsluna, størstu kappingina fingu teir frá Havnabátinum, men Norðingur var eisini beint í hølinum á teimum.

Tá ið málið var hálvt rógvin og teir nærkaðist Molanum legði Klaksvíkingurin seg hálva bátslongd framum hinar bátarnar og hesa leiðsluna hildu teir heilt til málið. Sera vakur róður og Klaksvíkingur kann við røttum kallað seg Føroyameistarar 2022.

Stórt tillukku við sigrinum og stórt tillukku við Føroyameistaraskapinum.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: