Klaksvíkingur aftur á veg til KÍ


Hann verður partur av toyminum í meistardeildini hjá monnum og KÍ-akademinum

Eftir eina tíð í útlegd er Agnar Prestá aftur venjari í felganum. Hann verður komandi ár hjálparmaður hjá Mikkjal og kemur at verða høvuðsvenjari hjá einum av eldru dreingjaliðunum.

Agnar hevur royndir bæði sum ungdóms- og vaksnamannavenjari í felagnum. Hann er nú í gongd við UEFA-A-venjaraútbúgvingina, sum endar við próvtøku komand heyst.

KÍ fegnast um at fáa enn ein nærlagdan venjara knýttan at vaksnamannatoyminum og at taka sær av dreingjunum, sum einaferð seinni koma at manna liðið í meistardeildini og 1.deild.

Vælkomin Agnar og bestu eydnu!

KÍ – Klaksvíkar Ítróttarfelag