Klaksvíkingar vunnu 1.048.000,00 kr. í Tipping í gjár

Hetta hendi í Maverick Barr í gjárskvøldið. Maverick Barr lat tíðliga upp í gjár, har vit fóru at hyggja eftir toppdystinum Tottenham – Manchester City. Nógv fólk vóru í Maverick Barr og út á kvøldinum var ein av kundunum varhugir við, at hann møguliga hevði allar 13 dystirnar rættar.

Øll úrslitini passaði tað soleiðis hendan minniliga dagin 02022020, at hann hevði allar rættar og í dag gjørdist greitt, at tað var bara ein tippari, ið hevði 13 røtt og tað var gesturin, sum var í Maverick Barr í gjárskvøldið.

Eg spurdi viðkomandi í dag og tá var hann ikki heilt sikkurt og helt seg hava vunnið 5.000,00 kr., men løtu seinni, so komu boðini. Símun vit hava vunnu 1.048.000,00 kr., har var bert ein vinnari til 13. røtt og tað vóru vit, eg og ein annar Klaksvíkingur.

Teir høvdu satsa 2.000,00 kr., 1.000,00 kr. í part og vunnu 1.048.000,00 kr., so nú eru teir báðir 524.000,00 kr. ríkari og lagi var framúr gott, sjá vinnaraseðilin herundir.

Stórt tillukku tit báðir, tit skylda mær ein umgang, tá ið eg komi aftur av flatlondum.

Koyr á Tottenham.

SáH

Lýsing Maverick Barr

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author