Klaksvíkar Sjúkrahús fína vitjan

Í dag høvdu vit vitjan av løgmanni, Akseli V. Johannesen, løgmansstjóranum, John Rajani, og løgmansritaranum, Pól Rosenmeyer Wolles.
Prátað varð um virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, vit fingu víst nakað av okkara virksemi og Høgni Kastalag frá FuglArk vísti runt í gomlu læknahúsunum, ið verða umvæld til fyrisiting og læknaviðtalu.
Tað er altíð gott at fáa vitjan, tað er hugnaligt og gevur okkum møguleika at greiða frá ymsum viðurskiftum, vísa okkara gerandisdag og mannagongdir.
Klaksvíkar Sjúkrahús
Kelda og myndir: Klaksvíkar Sjúkrahús
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: