Klaksvíkar Sjónleikarafelag havt aðalfund

Klaksvíkar sjónleikarafelag hevði aðalfund 06. Mars 2021, í hølum felagsins “Bunkarin”, sum er í kjallaranum í gomlu brandstøðini. Nevndin skipaði seg soleiðis:

Emry Jo, forkvinna
Durita Samuelsen, næstforkvinna
Liljan Køtlum, kassameistari
Eliana Svøðstein, skrivari
Louis Poulsen, nevndarlimur
Durita Joensen, 1.tiltakslimur
Hanus Gregersen, 2.tiltakslimur

Harafturat valdi aðalfundurin Louis Poulsen at umboða felagið, í stýrinum fyri Mentanarhúsið.

Hóast eitt lorta ár við koronu, var sjónleikarafelagið sera aktivt. Í 2020 var ein kjarni av fólki, skjót at traðka til og hittast í Bunkaranum, tí eisini í koronatíðum, hevði fólkið tørv á at skera í látur. Úr rúgvuni av framleittum tilfari kunnu eitt nú nevnast “koronafestivalurin” og “norðoyastevnuteitið”, sum bæði vórðu bandaði og víst á netinum.

Hóast Bunkarin higartil hevur tænt væl sum fundarstaður og tilhaldsstað, hjá einum kjarna av fólki, er Bunkarin nú vorðin ov trongur til ta mál og mið, ið felagið hevur sett sær.

Nevndin valdi snotuligasta staðið í Bunkaranum, at taka nevndarmyndina hesaferð; neviliga nýmálaða vesið, sum nú er í sama klassiska stíli sum framsíðan á bygninginum -hvítt við reyðari grund, og onkrum skínandi kantum.

Ein spennandi tíð er nú fyri framman!

Í gaman og í álvara
Klaksvíkar sjónleikarafelag

Please follow and like us: