Klaksvíkar Róðrarfelag fær nýtt kappróðrarneyst

Nýggja kappróðrarneystið, sum er teknað og innrættað í samráð við Klaksvíkar Róðrarfelag, er nú boðið út. Í gjár var kunningarfundur fyri arbeiðstakarum, har Osbjørn Jacobsen umboðandi Henning Larsen arkitektar, greiddi frá verkætlanini.

Verkætlanin, sum hevur verið leingi ávegis, er ment í tøttum samstarvið millum Klaksvíkar býráð, Klaksvíkar Róðrarfelag og Henning Larsen arkitektar, sum eisini hava staðið fyri miðbýðarverkætlanini. Tískil fellur nýggi bygningurin væl inn í miðbýðarmyndina, men eisini inn í økið, har m.a. Nólsoyar Páls húsið stendur.

Íblásturin til nýggja neystið tekur fyrst og fremst støði í kappróðrinum, men eisini í umhvørvinum, soleiðis at gamla úttrykkið við neystalonum og flagtekju verður varðveitt, men nútíðargjørt.

Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini, sigur, at nýggja kappróðrarneystið verður ein vakur, praktiskur og nútímans bygningur, har góðar umstøður verða at halda fram við arbeiðnum at menna kappróðurin her í lokalsamfelagnum.

– Nógv umboð frá Klaksvíkar Róðrarfelag hava verið við til at myndað endaliga úrslitið, og tað fegnist eg um, tí eg eri vís í, at hetta verður viðvirkandi til, at ognarkensla gerst enn størri.

Arbeiðið væntast at byrja longu í august, og skal eftir ætlan verða liðugt síðst í mai 2021.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.