KLAKSVÍKAR KOMMUNA VIÐ Í ÁTAKINUM RUDDA FØROYAR

Í døgunum 11.-18. september fara vit at rudda í kommununi í sambandi við árliga ruddingarátakið Rudda Føroyar. Í hesum sambandi verður heitt á skúlar, barnagarðar, stovnar, arbeiðspláss, ítróttar- og áhugafeløg, familjur og einstaklingar um at standa saman og taka felags tøk í strembanini eftir einum ruskleysum Føroyum.

Á fjórða sinni luttaka Føroyar á altjóða ruddingardegnum, sum er 18. september, men ljós verður varpað á einar ruskleysar Føroyar alla vikuna. Í ár er málsetningurin um einar stubbafríar Føroyar eisini settur á skrá.

Endamálið við átakinum er at skapa tilvit og at broyta vanar soleiðis, at vit koma nærri ynskinum um ein reinan og sunnan ruskleysan heim.

Rusksekkir kunnu heintast í Miðlan allar yrkadagar í tíðarskeiðinum 11. – 17. september frá kl. 10:00 til 16:00.

Soleiðis luttekur tú í ruddingarvikuni:
Tú ruddar í ein ella fleiri av døgunum 11. – 18. september.

a) Tú vigar ruskið ella metir um vektina.

b) Tú metir um talið á stubbum.

Tú skrásetir nøgdina av burturkasti og stubbum her: Skráset rudding

Tú beinir burtur ruskið á rættan hátt og skipar fyri egnum hugnaløtum

Klára vit at rudda 20 tons av ruski og 10.000 stubbar úr føroysku náttúruni?

Vís okkum tykkara ruddingarmyndir við at nýta: #ruddaføroyar2021 #ruddastubbar

Upplatingartíðir hjá endurnýtsluni
Mánadag til fríggjadag frá kl. 16:00 til 19:00.
Leygardag frá kl.13:00 til 19:00.

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author