Klaksvíkar Kommuna lýsir vilt á Facebook

Nú eri eg ikki serliga nógv á Facebook, men hvørja ferð eg tasti meg inn á Facebook, so poppar lýsingin av Jógvan Skorheim upp viðvíkjandi Sjóhitaskipanini í Klaksvík.

Allir Portalar og sjálvt Kringvarp Føroyar hava umtalað Sjóhitaskipanina hjá Klaksvíkar Kommuna, hví hann er byrjaður at lýsa vilt á Facebook um Sjóhitaskipanina, munnu onnur um at døma, men man tað ikki vera tí, at tað er Býráðsval í 2020 og so roknar hann við nøkur nemmum stemmur har og Klaksvíkar Kommuna betalur lýsingarnar, so null pengar frá hansara pengapungi.

Annars var News.fo og Norðoya Portalurin við til hátíðarhaldi tann 3. oktober, tá ið Sjóhitaskipanin bleiv sett í nýtslu. Hon sá sera áhugaverd út og har fingu vit eina gjølla frágreiðing frá øllum pørtum, hvussu hon virkaði og hvussu grøn hon var og hvussu nógva olju Klaksvíking fór at spara. Eisini var pinnamatur og kaffi, men at blíva við at koyra lýsingar á Facebook við vøkrum myndum og profilera seg sjálvan er kanska ov langt úti.

Lýs heldur sjálvur Jógvan Skorheim og ikki fyri pening hjá Klaksvíkar Kommunu, tú skal nokk koma inn aftur til næsta Býráðsval harra borgmeistari, ikki vera bangin fyri tí.

Ein spurning til Jógvan Skorheim, hvat kostaði Sjóhitaskipanin, nú hon er sett í nýtslu? og helt játtanin?

Lýsingin sæst her:

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.