Klaksvíkar Kommuna eitt hvíldarheim ?

Yvirskriftin kundi verði ein positiv bending uppá, at tey eldru fingu betur kor í Klaksvík, men tað er ikki hesaferð…
Vegurin frá tí at ein spurningur er settur via teldupost og til ein fær svar frá umsitingini er nakað langur, SJÁLVT um tey hava nakað so fínt sum eina journalskipan.
Tann 29. mai 2019 sendi ein borgari ein teldupost, við tveimun einklum spurningum:
“”
Hey,
Hvor eigur bygningin, vanliga rópt Bollafabrikkin, á matrikkul 163q í Klaksvík ?
Og brúka smábátanir allan bygningin ?
Vh.
XX
“”
Og svar kom beinanvegin, frá Jounalinum:
“”
Teldupostur tygara er móttikin.
Your e-mail has been received.
Vinarliga/ With regards
Journalin/ Record Department
“”
Men so hendi ikki meira… 3. juli 2019 (1 mánaða eftir at spurningurin bleiv settur) verður spurt eftir svari vísandi til tann fyrra teldupostin, TÁ kom svar, also eitt menniskjaligt responds:
“”
Hey
Eg havi víðarisent teldupostin til (tann sum skal svara).
Fyri at eg skal kunn skráseta fyrispurningin rætt mangla vit upplýsing um navn.
Vinaliga
XXXXXXXX
“”
Ok, fair nokk, men so spekulerar man, “Ber ikki til at fáa eitt svar uppá ein fyrispurning uttan at fult navn, bústaður, skógvastødd o.a. stendur undir ? ella er hettar bara ein bíligur umskylningur, tí tey hav gloymt at svara einum fyrispurningi ? Hvønn arbeiður kommunan fyri ? er tað ikki fyri borgaran ?”
Aftursvar bleiv sent, við einum navni, sum tey kundu seta undir fyrispurningin og so fáa hann rætt skrásettan, so nu hugsar man “Nú kemur eitt svar…” men nei! í dag hava vit 7 august 2019, einki svar er komið enn…
Tað hevur sostat tikið meira enn 2 mánaðar at svara 2 einklum spurningum, hvussu skulu hesi somu fólk hava eina kommunu koyrandi ?
Má so siga, stakkals okkara eldru, tað verður ikki pláss fyri teimun á nøkrum hvíldarheimi, um øll fyrisitingin í Klaksvíkar Kommunu skal liggja og sova…