Klaksvíkar Kommuna eigur at gera meira við ferðavinnuna

Fyrst og fremst so haldi eg at Klaksvíkar Kommuna eigur at krevja eina nógv størri part av fíggjarlógini til ferðavinnuna í Norðoyggjum, vit fáa sum nú er 0,00 kr.

Í hesum døgum verður lýst eftir stjóra til Visit Tórshavn og í tí lýsingini sæst at tað arbeiða 7 fólk hjá Visit Tórshavn og so hugdi eg á heimasíðuna hjá Visit Faroe Island og har taldi eg heili 12 fólk, sum starvast har og øll í Tórshavn, so samanlagt hevur Tórshavn 19 fólk at marknaðarføra høvuðsstaðin fyri og tað skulu vit í Norðoyggjum kappast við, so sjálvsagt hava vit ongan møguleika til tess.

Hugdi so inn á heimasíðuna hjá Visit Faroe Island og hon sá sera vøkur út og væl úr hondum greitt, dagførd við hópin av myndum og tiltøkum, einamest frá Tórshavn sjálvandi, hygg her www.visitfaroislands.com/en og fór síðan inn á heimasíðuna hjá Visit Norðoy og har sær út sum at hon slett ikki hevur verið dagførd síðani 2021, tí hyggur man undir What´s on, so stendur Floksmannadagar í Hattarvík 2021, hvi so er veit eg ikki? og har eru fáar myndir og sera lítið lív á heimasíðuni hygg her www.visitnordoy.fo

Hetta má koma í rættlag beinanvegin, tí Visit Norðoy er ein týðandi partur at menna ferðavinnuna í Norðoyggjum og blíva vit eftirbátar á hesum økinum, so er tað torført at koma inn aftur á marknaðin.

Hevur Visit Norðoy ikki orku til at dagføra heimasíðuna? so kundi Klaksvíkar Kommuna bjóða News.fo og Norðoya Portalin uppgávuna, so kundi vit gjørt tað fyri eina rímuliga upphædd, SO VERÐUR TAÐ GJØRT.

Livst so spyrst.

Símun á Høvdanum

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: