Klaksvíkar Kommuna blívur við at taka lán og nærkast stórliga at fara undir umsiting

Tað sær soleiðis út at alt skal gerast liðugt her og nú og Klaksvíkar Kommuna blívur við at taka lán og vit nærkast við stórum fetum at fara undir umsiting. Haldi vit hava gloymt tíðirnar frá 90-unum og tær átti at lært okkum, at vit ikki bara kunnu blíva við at taka lán, tí so endar galið.

Klaksvíkar Kommuna er langt síðani farin upp um eina álíkning og hví vit skulu gera alt liðugt í skundi og økja lániskuldina við risa fetum er mær ein stór gáta.

Prísurin av byggitilfarið er farin upp við 30 – 40 prosentum tey seinastu árini og aðrar vørur eru hækkaðar munandi og tískil eigur vit at tálma í at seta nýggjar verkætlanir í gongd júst nú og heldur fáa útreiðslurnar niður “Nokk grivið gerið Liðugt” var eitt slogan hjá okkum áðrenn valið og nú er tíðin komin, at vit fáa skil á fíggjarligu støðuni hjá Klaksvíkar Kommunu.

Hevði tað staðið upp til mín, so hevði eg heldur roynt at goldið ovurstóru skuldina hjá Klaksvíkar Kommunu niður og helst niður um eina álíkning og so raðfest eftir tí og á tann hátt bygt býin upp við teimum pengum vit hava tøkar og ikki sum nú, har ongin raðfestin er og vit taka lán mána eftir mána og skuldin veksur munandi. Sera vandamikil støða, nú renturnar eru á veg upp og vit møguliga fáa eina fíggjarligu kreppu í nærmastu framtíð.

Verður támla nú, so kunnu vit fara í gongd við nýbygging o.a. tá tíðirnar blíva vanligar aftur og allir prísir eru lækkaðir til tað normala, á tann hátt koma vit at spara milliónir av krónum hvønn mánaðin og ikki sum nú, har kostnaðurin av vørum og tilfarið er milliónir hægri og vit betala milliónir um mánaðin í meir kostnað.

Tað sum hendir nú, er at Timburhandlarnir og aðrir ríka seg upp av støðuni við Korona og Ukraine og Kommurnar og landi betala prísin og í síðsta endanum endar rokningin hjá okkum borgarnum, tí alt sum verður gjørt nú skal gjaldast fyrr ella seinni.

Fyrsta mál á Býráðsfundinum í kvøld er um roknskaping og um fíggjarligu støðuna hjá Klaksvíkar Kommunu. Býráðsfundurin kann stroymast á www.stream.fo og á FM 98,7.

22/01022-1 Roknskapur og grannskoðanarprotokoll 2021

Frágreiðing um málið:
Víst verður til skriv frá umsitingini, dagf. 18. mai 2022, ið lýsir málið gjøllari. Vísandi til § 46 í kommunustýrislógini verða roknskapur og grannskoðanarprotokoll løgd fyri fíggjarnevndina at góðkenna. Um fíggjarnevndin ongar viðmerkingar hevur, beinir nevndin roknskapin og
protokollina í býráðið at viðgera/góðkenna.

Sambært § 46 í kommunustýrislógini, skal býráðið eisini taka støðu til val av grannskoðara. Greinin er soljóðandi:
“Í samband við góðkenning av ársroknskapinum skal kommunustýrið taka støðu til, um grannskoðarin skal halda áfram, ella um ein annar skal verða valdur.
Stk. 2. Til tess at loysa grannskoðaran úr starvi krevst loyvi frá landsstýrismanninum”.

Í samband við fíggjarliga partin verður víst til s. 11 í ársroknskapinum (fíggjarstøða). Víst verður eisini til hesar talvur í protokollini: 4.1.6 eykajáttanir, 4.1.7 roknskapartøl 2016-2021, 4.1.8 nýtslan í mun til játtan, 4.1.10 lyklatøl, 4.2.7 langfreistað skuld.

Somuleiðis verður víst til mál 22/00802 Kunning um likviditetsstøðuna, sum er á skránni sum kunning hetta umfarið. Har er úrslitið hall 102,6 mió. kr., meðan úrslitið í endaliga roknskapinum vísir hall 102,4 mió. kr. Har eru reguleringar gjørdar síðani seinast, men netto er talan um 0,2 mió. kr.

Stutt um roknskapin
Roknskapurin vísir 102,3 mió. kr. í halli áðrenn avdráttir. Lánini eru niðurgoldin við 8,2 mió. kr., og lán upptikin fyri 123,5 mió. kr. (íroknað kredittin í NSP upp á 37,8 mió. kr.) Netto eru lánini sostatt hækkaði við 115,3 mió. kr. Inntøkurnar eru 293,8 mió. kr., rakstur 232,8 mió. kr., íløgur 148,7 mió. kr., rentustuðul 3,7 mió. kr. og fíggjarpostar 3 mió. kr.
Áogn skuldarum og skattaeftirstøðum v.m. er 17,5 mió. kr, áogn hjá Gjaldstovuni 24,9 mió. kr. og innistandandi 40,9 mió. kr.
Lániskuldin er 311,1 mió. kr., og kreditorar 42,2 mió. kr. og onnur skuld v.m. 12,5 mió. kr.
Lutfallið millum áogn og stuttfreistað skuld vísir, at gjaldførið pr. 31-12-2021 er ikki gott.
Nettoskuldin er 282 mió. kr., sum er 33,4 mió. kr. omanfyri álíkningina.

Lógargrundarlag:
Kommunustýrislógin:
§ 46. Í samband við góðkenning av ársroknskapinum skal kommunustýrið taka støðu til, um grannskoðarin skal halda áfram, ella um ein annar skal verða valdur.
Stk. 2. Til tess at loysa grannskoðaran úr starvi krevst loyvi frá landsstýrismanninum.
§ 53, stk. 2, 1) roknskapurin skal verða landsstýrinum í hendi innan 1. juni eftir endað fíggjarár.

Fíggjarligar avleiðingar:
Roknskapurin vísir 102,4 mió. kr. í halli. Hallið er fíggjað við lántøku upp á netto 115 mió. kr. Gjaldførið er ikki gott sæð í mun til virksemið hjá kommununi. Skuldin er 311 mió. kr., og sum útlitini eru í dag, so fer skuldin at hækka í 2022. Nettoskuldin er 33,4 mió. kr. omanfyri eina álíkning.
Mál er fyri nú um at taka lán upp á 50 mió. kr.
Tilmæli:
Mælt verður til, at fíggjarnevndin góðtekur uppskotini um roknskap og protokoll og beinir málið í býráðið við tilmæli um at góðkenna.
(Verður undirskrivað á býráðsfundinum.)
Fíggjarnevndin 23. mai 2022:
Nevndin góðtekur uppskotini um roknskap og protokoll og beinir málið í býráðið við tilmæli um at góðkenna.

Hetta kemur fyri á Býráðsfundinum í dag klokkan 17:30 og er fyrsta mál á skránni.

Símun á Høvdanum,
Fyrsti eykabýráðslimur fyri Fólkaflokkin í Klaksvíkar Býráð

Her ein sending frá Krinvarp Føroya um kreppuna í 90unum. Um tit hava gloymt hana, so kunnu tit endurhoyra hana í 4 sendingum, klikk her ella á myndina: https://kvf.fo/sending/stakar-sendingar-utvarp?sid=73395&page=5

Lat okkum ikki gera sama feilin nú.
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: