KLAKSVÍKAR HERMETIK VERÐUR NÚ DAGFØRT


Sáttmáli varð í dag undirskrivaður við Malltek Byggivirkið um dagføring av Klaksvíkar Hermetik, vanliga rópt Bollafabrikkin.

Arbeiðið, sum nú fer ígongd, er at skifta tak, klædning, vindeygu og hurðar. Harvið verður bygningurin settur í uppruna stand og snið. Bygningurin, sum er bygdur í fleiri stigum, har elsti parturin varð bygdur í 1930’unum, er á varðveitingarlistanum hjá kommununi. Kostnaðurin fyri arbeiði, sum nú fer ígognd, er líka undir 3 mió. Eftir ætlan skal arbeiði verða liðugt síðst í november.

Klaksvíkar Kommuna

Please follow and like us: